Bjarki Nielsen skilur ikki at 2-1 málið bleiv kolldømt (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við áleyparan hjá AB, Bjarka Nielsen aftaná 0-3 tapið móti B36 á Tórsvølli

##med2##

AB tapti 0-3 móti B36 á Tórsvølli, men argjamenn høvdu málmøguleikar og eisini kolldømd mál til at fáa eitt væl frægari úrslit í dag.

B36 – AB 3-0 (1-0)

1-0: Sonni Ragnar Nattestad (22.)

2-0: Andrass Johansen (53.)

3-0: Andrass Johansen (90. +)

Miðskeiðis í seinna hálvleiki hildu AB-arnir, at teir høvdu fingið spenning í dystin aftur við at minka um munin til 2-1, men dómarin dømdi fríspark til B36, og so var málið sum Adeshina Lawel helt seg hava skorað fyri AB kolldømt.

Áleyparin hjá AB, Bjarki Nielsen skilur als ikki hesa dómaraavgerðina. Hann dugir ikki at síggja, at Adeshina Lawal gjørdi nakað skeivt í støðuni. 

Bjarki Nielsen heldur, at AB gjørdi nógv gott í dystinum í dag, men tað er sum um, at tann seinasta avgerandi sendingin ofta manglar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bjarka Nielsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum hjá B36. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við unga tvímálsskjúttan, Andrass Johansen. 

(Samrøða: Bjarki Nielsen)