Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálin er heilt ovfarin av atfinningunum, hann hevur fingið frá teimum føroysku fakfeløgunum teir seinastu dagarnar.
Fyri fjúrtan døgum síðani sendi hann fakfeløgunum eitt nýtt uppskot til ummælis um, hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast hereftir.
Men tað skerst ikki burtur, at aftursvarið frá fakfeløgunum hevur verið ógvuliga avgjørt
?Eg hevði ikki væntað at eg skuldi blíva heglaður ígjøgnum og ákærdur fyri bæði eitt og annað, bara tí at eg sendi fakfeløgunum eitt uppskot til ummælis, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað, sum fakfeløgini hava gjørt, er at leggja hann undir at hava ætlanir, sum hann ikki hevur og, sum fullkomiliga eru tiknar úr leysum lofti.
Fakfeløgini hava m.a. skuldsett Bjarna Djurholm fyri at provokera fakfeløgini og fyri at vilja taka grundleggjandi rættindi frá feløgunum, nevniliga rættin til at samráðast og rættin til at fara í verkfall.
Tað, sum fakfeløgini sipa til, er í stuttum, at eftir nýggja uppskotinum, fær semingsstovnurin í vissum førum heimild til at útseta arbeiðssteðgir.
Somuleiðis fer tað hereftir at verða truplari hjá fakfeløgunum at vraka eitt semingsuppskot.
Fakfeløgini átala eisini, at Vinnumálastýrið ætlar at smoyggja nýggjar reglar niðuryvir høvdið á arbeiðsmarknaðinum við lóg - reglur, sum arbeiðsmarknaðurin ikki vil vita av.
Bjarni Djurholm sigur, at fakfeløginmi hava bæði misskilt og yvirtulka ætlanirnar í uppskotinum.
? Eg havi als ongar ætlanir um at smoyggja nakað niðuryvir høvdið á nøkrum. Tað er júst tí, at eg havi sent feløgunum uppskotið til ummælis.
Hann vísir á, at hann hevur sent áleið 50 fakfeløgum, áhugafeløgum og stovnum, uppskotið til ummælis, júst fyri at tey kundu fáa høvið til at siga sína hugsan um tað.
?Soleiðis fer ein ikki fram, ið ætlar at smoyggja nakað niðuryvir høvdið á nøkrum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at viðmerkingarnar, sum nú eru komnar, verða nú kannaðar og viðgjørdar, og so verður hugt eftir, hvat kann orðast øðrvísi, og, hvussu uppskotið kann tillagast, fyri at sleppa undan misskiljingum.
Steðgaði
Bjarni Djurholm sigur, at tað Óli Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður, sum á sinni skuldi seta eina nevnd at gera uppskot til eina nýggja lóg um seming.
Men Løgtingsval kom ímillum og tí steðgaði málið. Tá ið Finnbogi Arge varð landsstýrismaður, setti hann nevndina við umboðum fyri arbeiðsmarknaðin.
?Hendan nevndin kom so mikið langt, at hon varð samd um høvuðstættirnar í einum uppskoti. Men málið steðgaði einaferð afturat, tí ósemja tók seg upp ímillum fakfeløgini og fíggjarmálastýrið um samsýning til nevndarlimirnar.
Bjarni Djurholm sigur, at tá ið hann tók við sum landsstýrismaður, setti hann sær fyri at lata embætisverkið í vinnumálastýrinum fullføra arbeiðið.
? Men júst tí, at fakfeløgini ikki hava havt ávirkan á tað lidna uppskotið, hava vit sent teimum tað til ummælis, sigur landsstýrismaðurin.
Tí kemur tað púra óvart á hann, at fakfeløgini eru so avgjørd og ákærandi í sínum aftursvari.
Kundu tit ikki ístaðin syrgt fyri at semja fekst ímillum Fíggjarmálastýrið og feløgini um nevndarsamsýningarnar?
? Tað er ikki eitt mál, sum liggur undir Vinnumálastýrinum. Men fyri tað, um ósemja tekur seg upp ímillum eitt ávíst stýri og ymsar partar í samfelagnum, so kunnu øll hini stýrini ikki halda uppat at virka fyri tað.
Má umhugsa støðuna
Tað skilst eisini á Bjarna Djurholm, at hann ætlar ikki at gera hetta málið til eitt stríðsmál millum seg og fakfeløgini sum so, og at hann ætlar ikki at trumfa uppskotið fyri tingið, soleiðis sum tað nú er orðað, um mótstøðan frá fakfeløgunum er so hørð, sum tey hava latið hann vitað.
? Nú fara vit at kanna viðmerkinganrar, sum eru komnar. Síðani fara vit at vita, hvussu uppskotið kann lagast til. Men verður mótstøðan frá fakfeløgunum líka hørð, eftir at tað arbeiðið er liðugt, sum hon er nú, so má eg umhugsa at lata málið falla. Tí vilja partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava viðurskiftini samskipað, so má eg umhugsa um nakað skal gerast yvirhøvur, sigur Bjarni Djurholm.