Hóast nógvar atfinningar hava heglað niður yvir barsilsskipanina seinastu tíðina, er onki, sum bendir á, at hon verður endurskoðað við bræði. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevur ætlað at seta eina nevnd at endurskoða barsilsskipanina og í hesi nevndini skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum vera umboðaðir, bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar. Men feløgini siga kortanei og tey nokta sostatt at vera við í nevndararbeiðnum. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at fakfeløgini og arbeiðsgevararnir hava sent landsstýrismanninum bræv, har tey gera greitt, at tey eru ikki sinnað at vera við í eini nevnd, sum skal endurskoða barsilsskipanina. Feløgini siga, at tey eru ikki sinnað at vera við í eini nevnd at endurskoða barsilsskipanina, fyrrenn skil er fingin á ALS. - Viðurskftini í ALS eru út av lagi og vit eru ikki sinnað at fara undir at endurskoða barsilsskipanina, fyrrenn vit fyrst hava fingið skipað viðurskifti í ALS. Barsilsskipanin er stutt síðani broytt og vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk at broyta hana longu aftur nú, samstundis sum ALS flýtur. Tað nyttar ikki at hava fleiri bóltar í luftini ísenn og so missa allar á gólvið. Tí vilja vit hava ALS í rættlag, áðrenn vit fara víðari. Skattur ella ikki Tað, sum Ingeborg Vinther hugsar um, er, at enn er ongin avgerð tikin um, hvussu inngjaldið inn í ALS skal definerast. Fleiri politikarar halda, at inngjaldið í ALS er ein skattur og at skipanin tískil skal á fíggjarlógina. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum vilja ikki oyra talan um tað. Teir tvíhalda um, at inngjaldið er eitt arbeiðsmarknaðargjald og at ALS er ein grunnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skulu umsita og hava fult ræði. Teir hava eisini lovað ilt, taka politikararnir ræði á ALS og leggja skipanuna inn undir vanligu fíggjarlógina hjá landskassanum. - Politikararnir hava lovað okku at fáa greiði á hesum viðurskiftunum, men tað hendir akkurát onki. Men vit hava avgjørt, at vit fara ikki í holt við at endurskoða barsilsskipanina, fyrrenn politikararnir hava hildið lyftið um at fáa viðurskiftini í ALS í rættlag, sigur Ingeborg Vinther.
Arbeiðssetningurin
Í samband við ætlanina at endurskoða barsilsskipanina, sum er umrøtt í hinari greinini her á síðuni, hevur Bjarni Djurholm gjørt nevndini hendan arbeiðssetningin:
Arbeiðsbólkurin skal endurskoða Barsilsskipanina í síni heild, heruppií gera neyðugar tekniskar tillagingar. Harumframt skal arbeiðsbólkurin m.a. viðgera longd og býti av farloyvistíðini millum mammu og pápa, útgjaldstíðina sum heild og viðurskiftini viðvíkjandi inngjaldi til pensjónsskipanir v.m. í farloyvistíðini.
At enda skal arbeiðsbólkurin gera uppskot um umskipan av Barsilsskipanini til grunn og í hesum sambandi viðgera støðu grunsins í mun til stýrisskipanarlógina.”
Ætlanin var, at arbeiðið skuldi vera liðugt 1. januar.
Men sum tað sæst á aðrari grein í blaðnum, hevur ætlanin fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, tí feløgini ár arbeiðsmarknaðinum nokta fyri at fara í ein arbeiðsbólk at endurskoða barsilsskipanina, fyrrenn viðurskiftini viðvíkjandi ALS eru fingin í rættlag.