Suðuroyarsiglingin
? Tað, sum Bjarni Djurholm upplýsti fyri Føroya Løgtingi mikudagin um tað nýggja suðuroyarskipið, er beinleiðis ósatt.
Heri Hjelm í Vági, sum sjálvur sat í nevndini, ið hevur fyrireikað byggingina av nýggjum suðuroyarskipi, vísir uppá tað harðasta tí aftur, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, greiddi tinginum frá mikudagin um tað nýggja Suðuroyarskipið.
Tað, hann sipar til, er, at Bjarni Djurholm greiddi tinginum frá, at sakkunnleikin hevði mælt til og hevur víst á fimm ymisk uppskot um skip til suðuroyarsiglingina. Hann segði, at tey uppskotini, sum lógu á borðinum, eru øll útarbeidd av Strandferðsluni og projekteringsfelagnum Knud E. Hansen.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at tað var skeivt, tá ið tað áður er ført fram, at tað eina skipið er longu projekterað.
? Tað rætt, at tað er gjørd ein skitsa av tí eina skipunum. Men tá ið hini uppskotini vórðu løgd fram, varð avrátt, at tað var ikki neyðugt at gera skitsur av teimum skipunum. Men tað er skeivt at siga, at tað eina skipið er komið longri enn hitt.
Beinleiðis ósatt
? Hetta er beinleiðis ósatt, og tað skal Bjarni Djurholm ikki sleppa at føra fram fyri Føroya Løgtingi.
Tað sigur Heri Hjelm í Vági. Heri Hjelm sat sjálvur í teirri serkønu verkætlanarnevndini, sum hevur lagt tað nýggja suðuroyarskipið til rættis.
?Sakkkunnleikin hevur ikki fimm tilmæli um skip til suðuroyarsiglingina. Sakkunnleikin hevur bara eitt tilmæli, sum verður mett at vera tann besta loysnin. Tað er eitt skip, sum siglur 21 míl.
?At landsstýrismaðurin so sjálvur hevur biðið um at fáa onnur uppskot, hevur onki við arbeiðið hjá verkætlanarnevndini at gera.
Heri Hjelm sigur, at tað er eisini ósatt, tá ið Bjarni Djurholm sigur, fyri Løgtinginum, at onki av uppskotunum eru komin longri í fyrireiking og projektering enn nakað annað.
? Tað eina uppskotið, sum verkætlanarnevndin hevur lagt fram, er er projekterað rættiliga langt, men øll hini uppskotini eru bara leyðslig roknistykkir um byggikostnað og rakstrarútreiðslur.
Fekk bara eitt uppskot
Eisini Jógvan Krosslá í Vági, ið somuleiðis sat í verkætlanarbólkinum, sigur, at bólkurin læt bara eitt uppskot úr hondini, tí hann metti, at hetta var tann frægasta loysnin fyri Suðuroynna.
Í Verkætlanarbólkinum sótu umboð fyri Strandferðsluna, manningina á Smyrli, umframt fyri vinnulívið og kommunurnar í Suðuroynni, tvs, umboð fyri tey, sum skuldu brúka skipið.
?Eftir at hava viðgjørt rættiliga væl og leingi, hvørji krøv tað nýggja suðuroyarskipið skuldi lúka, komu vit til eina niðurstøðu. Niðurstøðan var, at skipið skuldi hava hálvanannan tíma úr Suðuroy til Havnar og at tað skuldi vera eitt havgangandi skip. Tvs, at fyri at tað skuldi vera so sjógott sum gjørligt, skuldi tað ikki ikki hava portur framman. Eitt nú helt manningin á Smyrli, at tað var umráðandi, at skipið ikki hevði portur framman, tí portrið ger, at skipið verður kubbutari og verri enn so so sjógott sum hitt. Í hesum sambandi var tað eisini Estonia-vanlukkan sum spøkti.
?Hini uppskotini hevur landsstýrismaðurin sjálvur biðið um, men tað hevur verkætlanarnevndin onki við at gera.
Jógvan Krosslá vísur eisini á, at tað er komið rættiliga langt at projektera tað skipið, sum verkætlanarbólkurin hevur skotið upp, men at hini skipini púra ongan veg eru komin