Bjrni Hammer, Javnaðarflokkurin, vildi hava at vita, hví tað framvegis er nógv dýrari at ferðast við skipum landsins, samanborið við, hvat tað kostar at ferðast við bili gjøgnum tunlarnar.
Landsstýrismaðurin segði, at hetta er eitt sera trupult mál at loysa, men at samferðslumálaráðið arbeiðir við hesum málinum. Hann ætlar seinni í heyst at royna at finna eina politiska semju um, hvussu hetta kann loysast.
Jørgen Niclassen helt, at fastbúgvandi uttanfyri meginøkið eiga at sleppa bíligari og so mugu vit onnur gjalda fult, tá ið vit fara við skipunum til oyggjarnar, har bert ferjusamband er.
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, tók undir við tí og helt eisini, at fastbúgvandi eiga at sleppa fyri ein lægri prís.