Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir tóku í dag móti landsliðsmálverjanum, Nicholas Satchwell og liðfeløgunum í Viking TIF, ið er liðið Sonni Larsen er høvuðsvenjari hjá í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kristiansand vann ein greiðan 36-28 sigur. Í steðginum var Kristiansand á odda 17-15.
Bjarni var í stórformi í dag. Hann gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kristiansand við átta málum. Tollef Oskar Lindqvist var toppskjútti við 10 málum.
Nicholas bjargaði sjey av 28 málroyndum. Kappingarneytin, Christian Morillo Lyngbø bjargaði seks av 21 málroyndum.
Kristiansand er næstaftast í deildini við fýra stigum. Viking TIF er aftast við trimum stigum.
11. november tekur Viking TIF móti Elverum á heimavølli. Dagin eftir spælir Kristiansand á útivølli móti Sandnes.