Bjarni Larsen norskur steypavinnari

Fyrrverandi ÍF spælarin Bjarni Larsen var á liðnum, tá ið BK Tromsø í dag vann norsku steypafinaluna í flogbólti

Tað hevur ikki verið so nógv at frætta um tað, men harvið er tað ikki minni satt. Bjarni Larsen úr Fuglafirði hevur í dag verið við til at tryggja BK Tromsø steypasigurin í flogbólti.

Hetta er fyrsta árið, at fyrrverandi ÍF spælarin luttekur í norsku kappingini. Í summar flutti Bjarni Larsen til Tromsø, har hann í september fór undir lestur. Hann hevur vunnið sær pláss á besta liðnum í flogbólti, og í dag rakk hann fyrsta finalusigrinum, síðani hann flutti til Noregs og Tromsø.

Hesa ferð var Førde úr Sogn og Fjordane stórfavorittur at vinna finaluna, sum var í Domus Athletica í Oslo í kvøld. Og í teimum báðum fyrstu settunum gekk tað sum eftir ánni hjá Førde.

Bjarni Larsen og liðfelagar hansara vóru illa kroystir, og alt bendi á tap, tá ið Førde hevði vunnið tvey tey fyrstu settini 25-15 og 25-21. Í triðja setti vendi gongdin. Eftir at hava verið frammanfyri 8-7, vann Tromsø 25-20, og harvið var spenningur í aftur. Fjórða settið vunnu Bjarni Larsen og teir 25-17 og harviå var púra javnt. Í fimta setti Tromsø trumf á við at vinna 15-13!

Hetta var níggjunda ferðin, at Tromsø vann steypafinaluna. Síðsti steypasigurin var í 2006. Tá var Rúni Weihe á liðnum hjá Tromsø.

Hetta var fyrsta ferðin, at Bjarni Larsen úr Fuglafirði var á finaluliðnum hjá Tromsø, og fuglfirðingurin er nú norskur steypavinnari í flogbólti.