Bjarni og Andy við landsliðnum

Bjarni Jørgensen av Skála og Andy Olsen úr NSÍ eru tiknir í landsliðshópin. Hetta eftir avboð frá Christian Restorff Mouritsen og Jón Róa Jacobsen

Fótbóltur

Jógvan Martin Olsen hevur nú boðað frá tveimum broytingum í landsliðshópinum, sum um góðan mánað skal á árligu venjingarleguna.
Jón Rói Jacobsen er júst byrjaður tilveruna í danska AaB, og tí hevur hann fingið frí frá venjingarleguni. Christian Restorff Mouritesen var ein av nýggju monnunum, sum Jógvan Martin ætlaði at slúsa inn í landsliðshópin, men tað verður so ikki á hesum sinni. Tað hevur nevnliga ikki eydnast honum at fáa frí í Onglandi.
Ístaðin eru tveir spildurnýggir landsliðsleikarar tiknir út til hópin. Teir báðir eru Bjarni Jørgensen úr Skála og Andy Olsen úr NSÍ.
Endaligi hópurin - sum tó enn kann broytast - sær nú soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson, Bergur Midjord, Fróði Benjaminsen úr B36, Bárður Johannesen, Janus M. Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rasmus Nolsøe, Mortan úr Hørg úr HB, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør úr KÍ, Símun Samuelsen úr Keflavík, Hanus Jacobsen úr GÍ, Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen úr EB/Streymi, Pauli Hansen, Jónhard Frederiksberg, Bjarni Jørgensen úr Skála, Høgni Zachariasen úr ÍF, Andy Olsen úr NSÍ, Jann Ingi Petersen úr B68, Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ, Óli Johannesen úr TB, Rógvi Jacobsen úr KR, Andrew av Fløtum úr Fremad Amager, Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs úr Frem, Jóhan Troest Davidsen úr Everton.