Føroya sterkasti maður Bjarni Nielsen tekur sær ikki av løttum í dag, eftir at hann luttók í Strongman kappingini í gjárkvøldi.
Í dag er hann millum annað dómari í greinini Powerlift, eins og hann stillaði upp í greinini Rolling Grip, ið var avgreidd í einum steðgi í Powerlift.
Her kappaðist Føroya sterkasti maður við Høgna Olsen og Djóna Nielsen, men eingin av teimum kláraði at lyfta vektina, tá ið hon kom upp á 70 kg. Hetta gjørdi Bjarni Nielsen lættliga, og ein sat við kensluni av at hann kundi lyft mangt slíkt um tað skuldi verið.
-Nú vann eg so okkurt, lat í einum fegna meistara áðrenn hann setti seg aftur í dómarasessin til Powerlyft.