Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Qyzyljar leiktu aftur javnt

FC Qyzyljar er nummar átta

Annan dystin á rað leikti liðið hjá Jóannesi Bjartalíð í bestu kasakisku fótbóltsdeildini, FC Qyzyljar javnt.

 

Í dag gjørdist talan um javnleik 0-0 í dysti á útivølli móti Kaisar Kyzylorda. Heimaliðið hevði bóltin næstan tveir triðingar av tíðini, og hevði munandi fleiri málroyndir enn útiliðið, men FC Qyzyljar slapp heimaftur við einum stigi.

 

Jóannes kom á vøllin tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Komandi hósdag klokkan 12 spælir FC Qyzyljar dyst í kasaskisku steypakappingini. Tá skal FC Qyzyljar royna seg á útivølli móti Khan Tengri, ið spælir í næstbestu deildini.