Bjóða fólki at senda myndir inn til kalendara

- Tørvur er á myndum úr allari Eysturoynni og øllum Norðoyggjum og av øllum árstíðum, siga tey í Lions Eysturoy og Norðoyggjum.

Lions, sum fevnir um Eysturoynna og Norðoyggjar, bjóðar nú fólki at senda myndir inn til kalendaran, sum felagið fer at lata prenta fyri 2023.

 

- Tey, sum hava hug at verða í uppskoti til at fáa mynd í kalendaran fyri Eysturoy og Norðoyggjar, eru vælkomin at senda myndir inn. Allar myndir, sum verða brúktar í kalendaranum, verða løntar við 500 krónum - og forsíðumyndin verður lønt við 1500 krónum.

 

Hjá Lions Eysturoy og Norðoyggjum siga tey, at myndirnar, sum felagið ynskir, skulu verða "liggjandi". 

 

- Myndirnar skulu sendast inn í so góðari dygd sum gjørligt og ikki verða minkaðar, soleiðis at viðgerðarnevndin kann meta um allar myndir á sama støði. Allar myndir eru annars vælkomnar - eisini myndir, sum eru tiknar við telefon, bert dygdin er nóg góð.

 

Víst verður á, at tøvur er á myndum úr allari Eysturoynni og øllum Norðoyggjum - og av øllum árstíðum.

 

- Hevur onkur hug at senda fleiri myndir, kann síðan WeTransfer viðmælast at senda við. Har kunnu fólk senda upp til 2 gb í einum, ókeypis, sí her www.wetransfer.com

 

Hjá Lions Eysturoy og Norðoyggjum verður sagt, at myndirnar kunnu sendast á [email protected] og [email protected] í seinasta lagi sunnudagin hin 5. juni 2022.

 

- Øll, sum fáa mynd við í kalendaran, fáa beinleiðis boð. Kalendarin verður vanliga prentaður í 3.000 eintøkum og verður seldur kring alt landið og til útlandið. Allur ágóði av søluni fer til vælgerandi endamál, verður lagt aftrat.