Bjóða til FM í innandura fótbólti

Fótbóltur: Síðst í oktober mánaði verður FM í innandura fótbólti í Vági. Tá skulu Ársins spælarar eisini velja

Aftur í ár verður óalmenni endabresturin í fótbóltskappingin í Vági, har VB skipar fyri FM í innandura fótbólti. Kappingin vrður vikuskiftið 24. il 26. oktober.

Kappingin er fyri spælarar, sum hava spælt í 1. og 2. deild hjá monnum og kvinnum farna kappingarár. Luttøkan hevur verið stór seinnu árini, og væntandi er, at undirtøkan ikki verið minni í ár.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 8.00 og hildið verður fram allan leygardagin. Semifinalurnar og finalurnar verða spældar sunnudagin.

Dimmalætting skipar fyri atkvøðugreiðslu at finna Ársins spælarar hjá monnum og kvinnum fyri farna ár, og sum nakað nýtt ætla teir eisini at finna Ársins málverja og Ársins lið. Liðini, sum vinna kappingina í Vági, fáa fimm Gjugg i Borg ferðir afturfyri. Eisini fáa tey minnisplátur og steyp til ognar. Liðini, sum gerast nummar 2, fáa venjingarbúnar.

Leygarkvøldið verður veitsla í VB-húsinum, og bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður almennur dansur.

Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 21. oktober, og boðast kann frá á tel. 73110 (Jón), 18487 (Bjarni) ella 82810 (Finn).

Luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er 500 krónur, og innivist kunnu spælarar fáa fyri 35 kr. fyri náttina.