Bjóða vinnurekandi til morgunkaffi

- Endamálið við átakinum er at styrkja samskiftið við og í lokala vinnulívinum, siga tey í Vágs kommunu.

 

 

 

Fríggjamorgunin hin 21 januar klokkan 10 bjóðar Vágs kommuna vinnurekandi í Vági til morgunkaffi og køkur í Miðlatúni.

 

- Endamálið við átakinum er at styrkja samskiftið við og í lokala vinnulívinum, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Framyvir kemur Miðlatún við jøvnum millumbili at bjóða vinnuni til morgunkaffi og netverkan.

 

- Hetta gera vit, tí vit vilja virka fyri menning og framburði í Vágs kommunu.

 

Í Vági siga tey, at øll vinnurekandi í kommununi eru hjartaliga vælkomin til ein kaffimunnu hin 21. januar.

 

Lagt verður aftrat, at hesaferð er tað vinnu-og havnanevndin, sum bjóðar til kaffi og køkur.