Seinnu árini hava brøðurnir, Kristoffur Bjørgvin og Jóhannes Bjørgvin spælt við ávikavist Kyndli og Neistanum í Burn Mansdeildini.
Men nú fara báðir brøðurnir at spæla við VÍF komandi kappingarár. Hetta boðar heimasíðan hjá VÍF frá.
Pápin, Harald Bjørgvin var VÍF trúgvur og drúgvur í sínari tíð.
– Vit hava brúkt nógvar tímar í høllini í Vestmanna sum børn. Vit vóru oftani við babba til venjing. Eisini fleiri av hinum leikarunum vóru við pápa sínum, so vit kenna flestu leikarar væl og umstøðurnar her, sigur eldri beiggin, Jóhannes við heimasíðuna hjá VÍF.
– VÍF hevur eitt sera gott manslið í ár og samstundis við, at vit eru eitt sindur gulir og bláir frammanundan, sóu við tað sum ein gyltan møguleika og tóku av. Vit gleða okkum sera nógv til kappingarárið og fara at gera okkara ítarsta fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, siga brøðurnir við heimasíðuna hjá VÍF.