Hetta sigur formaðurin í rættarnevnd løgtingsins, sambandstingmaðurin, Bjørn á Heygum.
? Tað er eingin ævugtgaldandi sannleiki um, at heimastýrislógin eru og verður perfekt. Er okkurt galið við heimastýrislógini, so eiga vit at rætta brekið, sigur Bjørn á Heygum.
Hann leggur kortini dent á, at eingin enn hevur funnið nakað konkret, sum er galið vi heimastýrislógini, og sum tørvur er at rætta.
? Men kanst tú taka undir við, at ein stjórnmálanevnd verður sett at kanna viðurskiftini?
? Sjálvandi kunnu vit kanna. Tað er løgið ikki at vilja tað. Vit eru hóast alt eitt upplýst fólk og ein upplýst tjóð - tí síggi eg einki galið við tí, sigur hann.
Men Bjørn á Heygum leggur dent á, at ein slík kanning skal gerast á objektivum grundarlag.
? Eg skilji ikki hvat er galið við at kanna - hví skulu vit ræðast kanningar? spyr løgtingsmaðurin, sum vísir á, at á sama hátt eiga vit at kanna viðurskifti okkara við ES.
Annars heldur Bjørn á Heygum, at tíðin ikki er búgvin at fara undir at seta stjórnmálanevnt beint upp undir val - men hann leggur dent á, at hann einki hevur ímóti, at neyðugar upplýsingar fáast til vega.