Blái Krossur fingið nýggjan aðalskrivara

Tað verður Hjalmar Hansen, Rituvík, ið verður nýggjur aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Hjalmar hevur lisið cand.merc.jur og hevur eftir loknan lestur arbeitt á Handilsskúlanum á Kambsdali, í Fiskimálaráðnum og seinastu tíðina hjá Atlantic Petroleum. Áðrenn hann fór undir víðari lestur var Hjalmar m.a. í starvi hjá Heimamissiónini útvið 9 ár sum fíggjarleiðari.

Hjalmar er ikki ókendur við blákrossarbeiðið. Hann hevur verið blákrosslimur í mong ár og seinastu 3 árini hevur hann sitið í landsnevndini hjá Bláa Krossi.

Hjalmar Hansen avloysir Ásbjørn Jacobsen, ið hevur verið virkandi aðalskrivari síðani 1. februar, tá ið Jaspur Langgaard fór í annað starv. Ásbjørn heldur tó fram í øðrum starvi hjá Bláa Krossi.

Hjalmar, ið er 39 ára gamal, er giftur við Katrinu, og eiga tey 4 børn. Hann tekur við starvinum sum aðalskrivari 15. mai.