Blákrossbúðin er kanska ikki tann handilin, sum ger mest vart við seg í lýsingum í fjølmiðlunum. Nú um dagarnar stukku vit tí inn á gólvið at fregnast eftir, hvat fólk kunnu vænta sær at finna í Blákrossbúðini.
Bara hugflogið setur markið
Johanna Midjord, sum starvast sum sjálvboðin í Blákrossbúðini, greiðir frá, at tey hava væl av kundum í øllum aldri, bæði ung og gomul. Serliga av teimum ungu, ið tora at klæða seg øðrvísi.
- Summi eru eisini ófør at nýta hugflogið og gera okkurt serstakt við klæðini, sum tey keypa frá okkum, sigur Johanna.
Tá ið Blákrossbúðin lat upp á fyrsta sinni fyri mongum árum síðani, vóru kundarnir serliga tey, ið ikki høvdu so góð peningalig ráð. Soleiðis er ikki longur, sigur Jóhanna. Nú hava tey kundar úr øllum samfelagsbólkum, og tað tykist sum, at tað bara er hugflogið, sum setur markið
Veldst um rákið
Til dømis eru tað fleiri, sum keypa pløgg at nýta til ymisk ítriv. Kanska eina føroyska troyggju, sum tey so tøva og síðani seyma okkurt annað burtur úr. Hetta verður m.a. ofta nýtt til undirvísing á skúlum.
- Annars er ymiskt, hvat fólk leita eftir. Tað veldst um, hvat rákið er. Ta einu tíðina var var tað til dømis serliga væl umtókt at seyma taskur og annað burtur úr leðri. So tá fóru nógvir bíligir leðurjakkar yvir um diskin, sum fólk so kliptu sundir og seymaðu ymiskt burtur úr, sigur Jóhanna
Ta løtuna, ið vit vitjaðu Blákrossbúðina, var keðiligt og grátt í veðrinum og heldur tómligt í handlinum. Johanna sigur tó, at her plagar at vera rættiliga nógv fólk, mest tá ið veðrið er gott og serliga seinnapartin. Eisini sigur hon, at serliga nógvir kundar eru, um tað mundið, tá ið fólk hava fingið løn.
Fakta:
Blákrossbúðin verður rikin við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tær eru einar 50 kvinnur, sum skiftast um at arbeiða í handlinum. Tær eru av Skála, Strondum, Runavík, Toftum, Glyvrum, Havnini og av Argjum.
Í handlinum fæst eitt stórt úrval innan øll sløg av klæðum. Her fær ein t.d. keypt alt frá vanligum gerðandisklæðum, til góð og ofta lítið brúkt fínklæðir, sum t.d. klædningar kjólar o.l. Vanliga ber eisini til at finna eitt gott og sera bíligt úrval av barnaklæðum.
Handilin er opin mánadag til fríggjadag, frá kl. 10 til 12 og 14 til 17.
Allur peningurin fer óskerdur til arbeiðið hjá Bláa Krossi í Føroyum.