Richard Schwartson:
Franúrskarandi
- Leiklistarliga og tekniskt var filmurin "The Passion of the Christ" framúrskarandi, og er hetta eitt íkast, sum skapar breidd í átrúnaðarliga lívinum, heldur Richard Schwartson úr Brøðrasamkomuni
Richard Schwartson var millum hyggjararnar í biografinum fríggjakvøldið, tá líðingar Jesusar á fyrsta sinni vórðu sýndar alment í Føroyum, og var hann samanumtikið væl nøgdur við filmin.
- Mel Gibson hevur dugað væl at lýsa bíbilsku frásøgnina, hóast hann hevur tikið sær nakað av frælsi til egin hugskot, og filmurin gevur okkum eina nýggja mynd av tí, sum fór fram henda dagin, heldur Richard Schwartson. Hann heldur, at filmurin hevði nøkur sjónlig katólsk eyðkenni, men at hetta á ongan hátt ger filmin verri.
- Hóast katólska siðvenjan sæst væl, tekur hetta einki av filminum, og Mel Gibson hevur skapt eina breidd við nýggjum og øðrvísi sjónarhorni, sum er sunt fyri trúarsamfelagið, heldur Richard Schwartson.
Filmatiseringin av Jesu líðing er sambært Richardi ein øðrvísi háttur at fáa kristna boðskapin til sjóndar, sum kann vera ávirkandi fyri nøkur, og skapar filmurin nuansur í samlaðu fatanini av Jesusi og kristindóminum.
- Filmurin er enn eitt íkast, sum gevur kristindóminum eina breidd, og tískil er hugskotið mennandi fyri trúarlívið, heldur Richard Schwartson.
Størri ávirkan uttanlanda
Richard metir ikki, at filmurin elvir til eitt eins stórt kjak í Føroyum sum uttanlanda.
- Føroyingar eru sum heild sera tilvitaðir um tey átrúnaðarligu viðurskiftini, og hóast filmurin er eitt íkast til alt trúarlív, vænti eg ikki eins nógv rumbul í Føroyum sum úti í heimi, heldur Richard Schwartson.
Hann undirstrikar, at filmurin tekniskt, tónlistarliga og leiklistarliga er framúrskarandi, og at hann sum trúgvandi einki ringt hevur at bera filminum.
- Eg havi eina kenslu av, at Mel Gibson veruliga hevur roynt at ímyndað sær, hvussu hesin dagurin var, tá Jesus leið og doyði, og tað sæst aftur í filminum, slær Richard Schwartson at enda fast.
---------------------------------------
Rúni Rasmussen:
Markleysi kærleikin staðfestur
Ungdómsleiðarin í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn heldur, at "The Passion of the Christ" opinberar markleysa kærleika Jesusar mitt í menniskjaliga óndskapinum og uppreistrinum
25 ára gamli ungdómsleiðarin í Filadelfia, Rúni Rasmussen, varð bergtikin av "The Passion of the Christ" hjá Mel Gibson fríggjakvøldið í Havnar Bio, og lýsir hann filmin at vera eitt satt meistaraverk.
- Eg haldi, at sterki filmurin á ein ella annan hátt kann fáa fólk at taka eina avgerð um, hvat tey skulu halda um Jesus, og tískil kann filmurin elva til eina persónliga uppgerð, sigur Rúni Rasmussen. Hann heldur, at persónurin Jesus verður sera væl lýstur í filminum, bæði ígjøgnum líðingina, men eisini í brotunum tíðliga í hansara lívi.
- Vit síggja ein normalan Jesus flenna og tvætla við móður síni, og tað er eitt avgerandi pluss, at Jesus ikki bert verður vístur sum ein tristur og álvarsamur persónur, heldur Rúni Rasmussen. Men mest av øllum undirstrikar hann, at kærleikin í allari líðingini stendur eftir sum ein høvuðsyvirskrift.
- Mitt í menniskjaliga óndskapinum og uppreistrinum síggja vit ein visioneran og markleysa kærleiksfullan Jesus, sum fer ígjøgnum líðingina fyri okkum, og á henda hátt verður ein dýr frelsa opinbera, heldur Rúni Rasmussen.
Stegða á
Rúni Rasmussen metir, at filmurin kann fáa fólk uttan mun til átrúnaðarliga áskoðan at steðga á og hugsa um, hvør hesin Jesus í veruleikanum var.
- Tað eru tríggir møguleikar. Antin var hann sinnissjúkur, heimsins besti sjónleikari ella Guds sonur, og tí er tað sunt fyri okkum at steðga á og hugsa um, hvør okkara støða er til henda mannin, sigur Rúni Rasmussen. Hann heldur, at filmurin er trúgvur móti bíbliuni, men at katólska siðvenjan skínur ígjøgnum.
- Maria móðir Jesusar hevur ein í so sentralan leiklut í filminum, og umframt hetta eru t.d. smálutir í lívi Judasar, sum ikki samsvara skriftunum, men sum heild er talan um eitt satt meistaraverk, heldur Rúni Rasmussen.
----------------------------
Armgarð Arge:
Alt ov nógv blóð
- Eg hevði torført at eygleiða áhaldandi pínsluna, og eftir mínum tykki var filmurin alt ov harðskapssinnaður uttan nakra javnvág, segði gudfrøðingurin Armgarð Arge eftir "The Passion of the Christ" fríggjakvøldið
Útbúni gudfrøðingurin Armgarð Arge, sum vit tó best kenna frá Útvarpi Føroya, varð ikki sørt skelkað av filminum hjá Mel Gibson um Jesu líðingar, tá hon fríggjakvøldið hevði høvið at síggja filmin. Eftir hennara tykki var talan um eina hugstoytandi uppliving eyðkenda av ov nógvum blóði og harðskapi.
Eingin javnvág
Armgarð heldur, at áhaldandi og afturvendandi útpenslaða líðingin og pínslan var ov mikið, og tænti hetta ikki nøkrum endamáli.
- Eg haldi tað á ein ella annan hátt vera so endamálsleyst í so stóran mun at fokusera uppá blóð og pínslu, í staðin fyri at meiri ljós verður kastað á boðskapin sjálvan, heldur Armgarð Arge. Hon sigur, at flashback løturnar aftur til kvøldmáltíðina, fótatváttin og fjallaprædikuna vóru forloysandi løtur, áðrenn meiri blóð og harðskapur var at síggja á stóra hvíta løriftinum.
- Sjálvandi er ein og hvør eftirmeting persónlig, men eg upplivdi, at alt annað enn Jesu boðskapur stóð eftir. Serliga tá hugsað verður um, at hyggjarin bert hómar týdningarmiklu uppreisnina í fáum sekundum, vísir Armgarð Arge á. Samanumtikið heldur hon, at filmurin í ein mun køvdi yvirornaða boðskap Jesusar.
- Ein filmur um líðingarsøgu Jesusar fær kanska ikki verðið øðrvísi, men eg haldi, at boðskapurin um frælsi, kærleika, frið og gleði als ikki kom til sjóndar, og hetta er jú essensurin í kristnu trúnni, sigur Armgarð Arge. Sambært Armgarð varð fokus bert sett á sjálva viðferðina, Jesus fekk henda dagin, og tí er eingin javnvág í filminum.
- Nógv meiri ljós skuldi saman við líðingarsøguni verðið kastað á lív, boðskap og uppreisn Jesusar, endar ein avgjørd Armgarð Arge.
------------------------------------
Systir Maria:
Ein persónlig avbjóðing
Katólska nonnan systir Maria heldur, at filmurin um Jesus setir okkum spurningin, hvør Jesus í veruleikanum var, og um vit eru villig at taka lut í líðingum hansara ella ikki
Meðan størsti parturin av føroyingum á fyrsta sinni hevði møguleikan at síggja nýggja Jesus filmin undanfarna vikuskiftið, sótu katólsku nonnurnar og hugdu at líðingum Jesusar langa fríggjadag í heimi teirra á Varðagøtu í Havn.
- Eg má viðganga, at eg var eitt sindur bangin at hyggja eftir at hava hoyrt um alt blóðið og allan harðskapin, men tað er ikki tað, sum eftir filmin er fremst í mínum huga, heldur katólska nonnan úr Írlandi, systir Maria. Hon metir, at samskifti millum Jesus og medmenniskju hansara er tað, sum hon minnist best, og júst í hesum gerst boðskapurin sjónligur.
- Samskifti millum Jesus og Mariu, Símun úr Kýrene, lærusveinarnar og Faðirin vísir, at tey øll taka lut í pínu hansara, og hetta er ein beinleiðis spurningur og avbjóðing til okkum, sigur systir Maria.
Hon metir, at filmurin setir okkum persónliga spurningin, um vit vilja taka ímóti ábyrgdini og kostnaðarmikla luti Jesusar, ella um vit vilja avnokta.
- Á henda hátt upplivdi eg filmin sum eina meditatión og hevði brúk fyri at vera einsamøll aftaná, tí filmurin spyr okkum, um vit eru til reiðar at gjalda kostnaðin og taka lut í líðingini, heldur systir Maria.
Mest rørandi løtan í filminum er sambært henni, tá Jesus á veg niðan á Golgata dettur, og móðir hansara Maria bukkar seg niður og sigur við hann: "Eg eri her".
- Henda løtan avdúkar framum aðrar hendingar, hvussu móðir Jesusar ger seg til eitt við hann og tekur lut í líðingum hansara, heldur systir Maria.
Uppreisnin vantaði
Katólska kvinnan heldur, at uppreisnin í ov lítlan mun er við í filminum, og ímyndar hon sær ein betri enda, um meiri hevði verið gjørt við uppreisnina.
- Tað hevði t.d. verið spennandi at sæð reaktiónirnar hjá Mariu, Mariu Magdalenu, lærusveinunum o.s.fr., tá Jesus varð risin upp, og tískil vildi eg ynskt, at Mel Gibson nýtti meiri tíð til hetta, heldur systir Maria.
Hon undirstrikar til seinast, at hon er glað fyri, at hon hevur sæð filmin, og at filmurin avgjørt kann bera frukt, um fólk geva sær stundir at hugsa um hann.