Tey undanfarnu árini hava føroyskir bólkar og einstaklingar verið at hoyrt á
Nibe Festivalinum, og í ár er onki undantak.
Blúsbrøðurnir Jógvan Funding Madsen og Terji Krossteig Messell fara at spæla
í Jazzhulen, ein lítil intimur pallur á Nibe Festivalinum, har jassur og blús er á skránni.
Jógvan og Terji góvu í 2010 á plátufelagnum Tutl út fyrstu fløgu teirra ?Norðuratlantshavsblús?.
Løgini eru tikin upp live við bert tveimun mikrofonum beinleiðis inn á teldu og síðan ljóðblandaðið uttan brúk av kompressarum, følskum rúmklangi ella øðrum nýmótans tøkni.
Og júst nú er eitt spildurnýtt lag, ?Hómóð?, tøkt at taka niður ókeypis á
heimasíðu teirra: