Blátt Gras og kirkjukór í Vestmanna

Nú um eina løtu verður hugnaligur adventshugni í Vestmanna kirkju.

Í kvøld, sunnudagin 3. desember, sum er 1. sunnudag í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har Vestmanna Kirkjukór og Blátt Gras fara at framføra.

 

Úr Vestmanna verður sagt, at nógv spennandi verður á skránni, og eitt nú verða solorøddir við Biritu Poulsen, Erlu úr Dímun og John Jacobsen at hoyra.

 

- Konsertin, sum byrjar nú klokkan 19 í kvøld, er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt úr Vestmanna í kvøld.