Bláu bók fyri at koyra bil

Føroya Shell hevur ein koyripolitikk, sum er grundaður á altjóða Shell-reglur fyri koyring. Sum ein av veitarunum av brennievni til akfør skulu starvsfólkini hjá Shell verða eitt gott fyridømi í ferðsluni

Sum ein altjóða fyritøka hevur oljufelagið Shell ein koyripolitikk, sum er galdandi fyri øll starvsfólkini hjá Shell um allan heimin. Ein av filosofiunum er tann, at øll óhapp kunnu umgangast, tí kunnu álvarslig óhapp undir ongum umstøðum góðtakast.

Koyripolitikkurin hjá Føroya Shell er grundaður á altjóða Shell-reglur fyri koyring, og er hann galdandi fyri alla koyring fyri fyritøkuna, tað veri seg koyring í tangabili, lastbili, servicebili ella privatbili. Somuleiðis er hesin politikkur eisini galdandi fyri alla koyring hjá samstarvarum hjá Føroya Shell.

Dentur verður lagdur á, at starvsfólkini sýna góðan hugburð og koyra "defensivt", tað vil t.d. siga halda góða frástøðu til aðrar bilar, so ein í góðari tíð kann síggja, hvat er fyri framman, og harvið varnast møguligar vandar í ferðsluni. Koyrast skal altíð eftir umstøðunum, og allar ásetingar í ferðslulógini skulu haldast.

Tá fólk verða sett í starv hjá Føroya Shell, sum inniber koyring, skal t.d. hugsast um heilsustøðuna og fysikkin hjá viðkomandi, og at persónurin hóskar til aktuellu koyringina.

Allir bilførarar sum koyra tangabil skulu gjøgnumganga eina byrjanarkunning og hava eina innleiðandi heilsukanning, sum svarar til hana, ið sjófólk skula hava fyri at kunna mynstra (Bláu bók). Teir verða sendir á skeið í defensivari koyring og fimta hvørt ár sendir á eitt koyritekniskt skeið, sum m.a. umfatar koyring á hálkubreyt.
Allir bilar skulu t.d. verða útgjørdir við 3-punkts trygdarbeltum á øllum setrum, koyra við vetrardekkum í tíðarskeiðinum november til apríl, og trygdarpakka við eldsløkkjara, lummalykt, fyrstahjálparkassa, rútahamara, knívi til trygdarbelti, gulum vestum við endurskini og ávaringartríkanti.
Persónliga at vera væl fyri

Ikki er loyvt at nýta fartelefon ella aðra samskiftisútgerð, meðan koyrt verður. Heldur enn at ringja, er tað ofta eitt gott hugskot at tey senda SMS. Tað órógvar ikki so nógv og kann lesast tá ein hevur tíð, men SMS boð mega hvørki verða send ella lisin, meðan koyrt verður. Um bilførari hevur tørv á at samskifta við onkran, eigur hann ella hon at parkera bilin, áðrenn ringt verður - hetta er galdandi fyri alt samskifti, eisini stutt boð.

Øll koyring verður skipað eftir umstøðunum, tað verður lagt upp fyri veðurlíkindinum og koyrilíkindunum annars. Eisini skal ein tryggja sær persónliga at vera væl fyri. Vanliga eiga øll at fáa hvíld 11 samfeldar tímar um samdøgrið. Í sambandi við vaktarskipanir og serliga átrokandi umstøður, sum t.d. oljuveiting til skip, so kann ein fara niður á 8 samfeldar tímar hvíld um samdøgrið.

Allir tangabilar og lastbilar yvir 3.500 kg total vekt skulu nýta koyriskivu, sum verður latin inn dagliga saman við koyriuppgerð. Ábyrgdarhavandi hevur eftirlit við, at eingin fer upp um mest loyvdu ferð.
Hetta eru so nakrar av reglunum, sum starvsfólkini hjá Føroya Shell hava at halda seg til. Palli Petersen, tekniskur leiðari hjá Føroya Shell, sigur at starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti koyripolitikkinum, ið hevur givið sera góð úrslit - bæði her heima og um allan heim, har starvsfólk hjá Shell lutfallsliga sjáldan eru íblandað ferðsluóhapp. Tann samlaði títtleikin av óhappum við fólkaskaða er frá 1998 til 2004 fallin við umleið 40 %.
Mest umráðandi, tá úrslit skulu náast innan ferðslutrygdina, er dagliga samskiftið, har vit støðugt minna okkum á koyripolitikkin, syrgja fyri at møgulig óhapp, stór sum smá og eisini vandastøður verða eftirmettar, soleiðis at koyripolitikkur og hugburður støðugt kunnu betrast.
At kunna standa fram sum eitt gott fyridømi í ferðsluni er ein góður síðuvinningur fyri ein veitara av brennievni til akfør. Men tað er ikki tað, sum er drívmegin aftanvert koyripolitikkinum - Tað alt avgerandi er, at vit grundað á virðingina fyri tí einstaka sleppa undan álvarsligum óhappum, sigur Palli Petersen.