Al-Qaida váttar, at Osama bin Laden er deyður, og nú lovar felagsskapurin blóðuga hevnd yvir USA. Eftir álopið á bústaðin hjá Osama bin Laden mánanáttina, hevur al-Quida váttað, at maðurin er deyður. Og tó. Hóast boðini eru borin á netsíðum, sum felagsskapurin plagar at brúka, kann kortini ikki sigast við fullari vissu, at tað júst er al-Quida felagsskapurin, sum er upphavið til tíðindini
Sambært heimasíðum lovar al-Qaida nú blóðuga hevnd móti USA - við umfatandi álopum.
- Vit fara framhaldandi - um Guð vil - at vera eitt forbannilsi, sum fer at jagstra amerikanarar og teirra stuðlar. Vit fara at jagstra amerikanarar, bæði innan-og uttan fyri teirra egna landamark.
Al-Qaida sigur, at skjótt verður amerikanska gleðin um at hava dripið Osama bin Laden vend til sorg.
- Blóðið hjá amerikanarum verður blandað við tárum, slær al-Qaida fast.
Felagsskapurin sigur, at Osama bin Laden tosaði á band, stutt áðrenn hann doyði, og hendan upptøkan verður skjótt almannakunngjørd.
- USA og tey, sum búgva í landinum, fara ongantíð at kunna liva í tryggleika, fyrr enn okkara fólk í Palestina fær sín tryggleika, sigur al-Qaida.