Blåvand: Ungi týskarin verður verandi í fongsli

Vestari Landsrættur staðfesti avgerðina hjá rættinum í Esbjerg, tí rætturin heldur, at grundaður illgruni er um tvífalt dráp.

 

 

19 ára gamli týskarin, sum seinastu vikurnar hevur sitið varðhaldsfongslaður skuldsettur fyri tvífalt dráp í Blåvand, fekk ikki viðhald í Vestara Landsrætti um, at hann nú skuldi latast leysur.

Tá málið var fyri í rættinum í Esbjerg í síðstu viku, og dómarin har avgjørdi, at varðhaldsfongslingin skuldi halda fram, meðan løgreglan arbeiðir, kærdi týskarin málið fyri Vestara Landsrætt.

Men, nú er greitt, at kæran hjá honum vann ikki frama í landsrættinum.

Vestari Landsrættur staðfesti nevniliga avgerðina hjá rættinum í Esbjerg, sum merkir, at týskarin kemur at sita varðhaldsfongslaður í øllum førum tær næstu fýra vikurnar eisini.

Tað var hin 29. mai í ár, at hin 19 ára gamli varð handtikin av løgregluni og skuldsettur fyri at hava dripið Cai Lennart Henriksen (61) og sambúgva hansara, Else Nielsen (85).

Cai Lennart varð sligin fleiri ferðir í høvdið við onkrum hørðum luti, og síðan varð eldur settur í húsini, tey búðu í, og tá doyði eisini sambúgvin, Else Nielsen.

##med2##

Tey bæði róku annars matstovuna Perluna við Blåvand, har nógv ferðafólk savnast um summarið.

Heimasíðan - www.jv.dk - veit soleiðis at siga, at báðir rættirnir, sum nú hava viðgjørt málið um framhaldandi varðhaldsfongsling, halda, at grundaður illgruni er móti týskaranum.