Blaðfólk og útgevarar samráðast

Í annaðkvøld fara Føroya Blaðmannafelag og Føroya Blaðútgevarafelag at samráðast um nýggjan sáttmála. Gamli sáttmálin gekk út 1. november í fjør Sáttmálin millum Føroya Blaðmannafelag og Føroya Blaðútgevarafelag er útgingin, og í annaðkvøld, hóskvøldið 3. januar, fara partarnir undir samráðingar um nýggjan sáttmála. Blaðmannafelagið hevur útsett samráðingarnar nakrar ferðir vegna sjúku, men fyrstu samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru fyri jól. Í desember hittust partarnir og samdust um koyriætlan fyri samráðingarnar, sum byrja í annaðkvøld.