Blaðgølan breiðir seg til USA

Gølan um arbeiðsháttin hjá fjølmiðlunum hjá Rupert Murdoch í Bretlandi breiðir seg nú til USA. Har krevur tann demokratiski senatorurin John Rockefeller eina umfatandi kanning, sum skal staðfesta, um Murdoch og News Corp-fyritøka hansara hava brúkt somu ólógligu framferð í USA sum í Bretlandi. News Corp eigur fleiri amerikonsk bløð og forløg umframt sjónvarpið Fox.

John Rockefeller vil millum annað hava at vita, um teir amerikonsku fjølmiðlarnir hjá Rupert Murdoch hava lurtað eftir telefonum og telefonsvararum hjá avvarandi hjá teimum, sum doyðu 11. september í 2001. Hann vil eisini hava at vita, um fjølmiðlarnir hava brúkt somu framferð ímóti hermonnum, sum hava verið í kríggi. Senatorurin vísir á, at tílík framferð er ólóglig í USA og skal revsast.

Jakob Illeborg, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum, sigur, at tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri Murdoch og News Corp, um tað vísir seg, at fjølmiðlarnir hava brúkt somu framferð í USA sum í Bretlandi.