Blaðstjórin sigur ósatt

Blaðstjórin á Norðlýsinum Olivur Joensen vísir í oddagrein í Norðlýsinum tann 11. desember á eina hending, sum fór fram mikudagin tann 9. desember í sambandi við avlýsing av siglingini um Leirvíksfjørð vegna veður.

Yvirskriftin til hesa oddagrein er: Bygdaleiðir ein skomm fyri landsfyritøkur.

Oddagreinin viðgerð flutningin av skúlabørnum úr Klaksvík, sum eftir eina vitjan í Tórshavn skuldu norður aftur til Klaksvíkar, men hvørs ferð varð tarnað av veðrinum tann dagin. Orsøkin til hesa viðmerking er, at tað, sum stendur at lesa í hesari oddagrein er beinleiðis villeiðandi fyri tann lesara, sum ikki fær hesa blaðsøgu fortalda í rætta samanhanginum:

Talan var um tveir 9. flokkar ella 24 børn og 2 lærarar, sum skuldu við vanligu rutuni kl. 16.30 av farstøðini, sum koyrdi heilt til Fuglafjarðar til Dúgvuna. Av tí, at talan var um so nógv ferðandi, varð gjørt av at taka tey við snarbussinum til Skipaneskrossin, við fráferð av farstøðini kl. 16.20, og síðan skuldi bussur koyra tey víðari til Fuglafjarðar. Komin til Oyrabakka (júst á brúnni um streymin) verður ringt av farstøðini, har boðað verður frá, at Dúgvan hevur avlýst siglingina.

Hesar upplýsingar verða beinanvegin fráboðaðir teimum ferðandi í bussinum og samstundis verður fráboðað, at tey eru vælkomin til Havnar aftur við bussinum. Lærarin, sum hevði ábyrgdina av skúlabørnunum helt, at best var at finna eina felags loysn fyri øll børnini. Komin til Skipaneskrossin fekk eg boð aftur frá læraranum, at tey vóru samd um at fara víðari til Fuglafjarðar og síðan til Klaksvíkar morgunin eftir.

Á veg aftur til Havnar, og beint komin úr bergholinum á Norðskála, ringir Olivur Joensen á fartelefonina og spyr um eg havi skúlabørnini úr Klaksvík í bussinum. Eg greiddi viðkomandi frá gongdini av ferðingini út í æsir og hvat lærarin hevði tikið avgerð um. Síðani spurdi Olivur, hvussu hann kundi fáa fatur í tí bussinum, sum skuldi koyra børnini víðari. Svarað var, at hesin bussur var ikki ein, sum vanliga røkir rutuna og hevði tí ikki stornotelefon, men eina fartelefon, hvørs nummar hann kundi finna í telefonbókini. Olivur svaraði síðan, at tað var í lagi.

Vísandi til omanfyri standandi sigur Olivur ósatt, tá hann greiðir frá, at undirritaði ikki svaraði og visti onki, tvørturímóti.

Viðmerkjast skal, at tað kann ikki verða ábyrgdin hjá bygdaleiðum í sambandi við vanliga ferðing at siga avvarðandi frá, hvar ferðandi eru stødd. Tað átti í hesum føri hóskandi at verið ábyrgdin hjá ferðaleiðaranum at boða avvarðandi frá, hvar børnini eru (hví t.d. ikki havt eina fartelefon við á ferðini).

At enda kann viðmerkjast, at spurningurin er um blaðið hevur loyvi til alment, at upplýsa navn á og telefonnummar hjá undirritaða og øðrum, sum eru reint privatir upplýsingar somuleiðis sum tað eisini er skeivt alment at navngeva ávís starvsfólk.


Tórshavn, 15. des. 1998

Róland Næss Joensen,

bussførari á bygdaleiðum