Blachman: Tær vóru ov sjálvglaðar

Fríggjadagin skrivaði Thomas Blachman X-Factor søgu, tá ið hann tveitti sínar egnu úr sendingini til fyrimuns fyri Morten Benjamin.

 

Tað hevur elvt til nógv kjak, og fleiri hava rist við høvdinum at Blachman. Men Blachman er ikki í iva um, at hann tók røttu avgerð.

 

Hann sigur við eb.dk, at Tandberg & Østenby vóru ógvuliga upptiknar av sær sjálvum, og at tær tóku nógv meira enn tær góvu.

 

Hann staðfestir, at tær hava fingið í høvd og reyv, og hava einki givið aftur til fólkini rundan um seg.

 

Blachman sigur, at tær vildu hava eitt eyka herðaklapp frá honum, men at hann við hasum gav teimum nakað at hugsa um, og at tær fóru at takka honum seinni í lívinum, tá ið tær høvdu hugsað um støðuna.

 

- Tær súgva orku út skipanini, tí tær altíð halda onkur hevur gjørt teimum órætt, og tær altíð eru bangnar og upptiknar av sær sjálvum. Tað má vera mark fyri hvussu lítla verð ein kann hava, sigur hann, og staðfestir, at hann gav teimum allar

møguleikar.

 

Blachman hevur ikki tosað við genturnar síðan fríggjakvøldið, tí hann heldur tað er óneyðugt.