Blackpool fekk av at vita

Claus Bech Jørgensen og liðfelagararnir fingu av álvara armarnar niður aftur, eftir fleiri góð úrslit um ársskiftið

Leygardagin spældi Blackpool ímóti einum av fremstu liðunum í næstbestu ensku deildini Charlton, og Blackpool tapti heili 4-1. Claus Bech Jørgensen var á vøllinum frá byrjan, men hann var annar av spælarunum hjá Blackpool, sum varð tikin út eftir ein tíma, tá ið Blackpool-venjarin royndi at venda gongdini. Tað hjálpti ikki.