Blackpool flúgvandi

Claus Bech Jørgensen spældi allar 90 minuttirnar, tá Blackpool um vikuskiftið vann enn ein sigur í triðju-bestu ensku deildini. Hesa ferð vann Blackpool á Cheltenham, og við sigrinum hava teir enn møguleika at vinna sær rættin til beinleiðis uppflyting. Meira sannlíkt er tó, at Blackpool skal spæla play-off dysir um triðja uppflytaraplássið, men við verandi formkurvuni í mentu, eru Claus og teir helst liðið, ið er best fyri til hesa avbjóðing.