Blackpool í málleysum dysti

Blackpool spældi um vikuskiftið á útivølli ímóti Doncaster í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at hvørki av liðunum megnaði at gera nakað mál. Claus Bech Jørgensen var ikki við í dystinum. Hann stríðist við ein skaða og hevur ikki spælt við seinastu ferðirnar. Blackpool liggur sum nummar 17 av 24 liðum í deildini.