Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair hevur seinastu tvey árini forvunnið pengar í banar langar við at halda fyrilestrar kring heimin. Nú um dagarnar var Tony Blair á Filipsoyggjunum, og har fekk hann 3,3 milliónir krónur fyri at tosa í tvær ferðir ein hálvan tíma.
Sambært Times Online vóru tað ikki bara gullkorn, sum komu úr munninum á Blair fyri teir pengarnar.
- Politikkur er týdningarmikil, men tað er ikki alt, sum er eins týdningarmikið, segði Tony Blair millum annað.
Times heldur, at Tony Blair hevur forvunnið meira enn 120 milliónir krónur fyri at halda fyrilestrar, síðani hann gavst í politikki fyri tveimum árum síðani.