Øssur Winthereig, tíðindaleiðari
Sjónvarp Føroya
Ein sum nevnir seg Virgar T. Dalsgarð, hevur í bløðunum roynt at sett eitt ótal av føroyskum orðum saman í eina lesbara raðfylgju. Í tí royndini er bland komið í nøkur av orðunum. Eitt nú sigur hesin greinskrivari, at sjónvarpið og Grækaris Magnussen eltu ein smádrong vestur á flogvøllin. Nógv sjáldsom orð vera knýtt upp í sjónvarpið og Grækaris í hesum sambandi.
Fyri fólk, sum ikki hava møguleika dagliga at fylgja við í Føroyum, er skjótt at seta orð saman eftir ímyndingarevni heldur enn veruleikanum. Tí skal eg hjálpa greinaskrivaranum eitt sindur.
Hvørki sjónvarpið ella Grækaris vóru á flogvøllinum, tá Petur fór av landinum. Grækaris legði heldur ikki rødd til tíðindini í sjónvarpinum hetta fríggjakvøldið. Eitt nú tí hann var staddur í Danmark.
Kanska blandar greinskrivarin við okkara systurstovn ? útvarpið - sum valdi at vera á flogvøllinum og fylgja Peturi avstað.