Hackney Colliery Band er ein níggjumanna blásarabólkur, ið hevur megnað at givið blásaratónleikinum í Onglandi nýtt lív við sínum festligu framførslum og framúrskarandi útgávum.
Síðan Hackney Colliery Band byrjaðu fyri skjótt sjey árum síðan, hevur blásarabólkurin gjørt meira og meira vart við seg, og skapt sær eitt navn við sínum frálíku útgávum av kendum løgum og fangandi nýskrivaðum tónleiki.
Fyrsta fløgan “Common Decency” kom út í 2013, og fekk frálíka góð ummæli kring allan heim, har stjørnurnar regnaðu yvir bólkin. Serliga var tað orkufulla úttrykkið, spæligleðin og góða groovið, ið bergtók ummælarar.
Tá Olympisku leikirnir í London skuldu enda við einum braki, vórðu boð send eftir Hackney Colliery Band, ið varð valt til at vera einasti heili bólkur, ið spældu til endahátíðina.
Hackney Colliery Band hava samstarvað við nógv listafólk, eitt nú Amy Winehouse, sálu, og Eliza Doolittle.
Hackney Colliery Band blanda rock, afro-beat, hip hop, Balkan beats, contemporary jazz og soul, og seta tað út til blásarar. Millum lániløgini eru løg hjá Goldie, The Prodigy, Kanye West og Toto.
Í stuttum ber næstan ikki til at standa stillur, tá hesin bólkur fer á pall, og vit gleða okkum at hoppa og dansa til Hackney Colliery Band.