Í einari samrøðu við BBC 5, segði Sepp Blatter, at Premier League dominerar ov nógv. - Premier League dominerar so nógv, at aðrar fótbóltsligur hava ringt við at kappast við Premier League.
Blatter er heldur ikki fegin um, at tað bara eru nøkur fá feløg, sum kappast um enska meistaraheitið. - Í einari kapping har 2/3 ella 3/4 ikki kappast um at vinna meistaraheitið, men kappast um at sleppa undan at flyta niður, tá er okkurt galið, staðfestir FIFA-forsetin.
Síðani Premier League varð stovnað í 1992, hava bara 4 ymisk feløg vunnið Premier League. Talið av ymiskum meistarum í ensku liguni, var mangan størri í gomlum døgum.
Blatter er eisini óttafullur um ávirkanina, sum útlendskir spælarar og útlendskir eigarar hava á tey fremstu feløgini í Onglandi. Blatter hevur eitt brennandi ynski um, at øll tey ensku feløgini hava eitt minstatal av heimligum spælarum á vøllinum, fyri at menna fleiri enskar fótbóltsspælarar.