Bláur tilfeingisbúskapur í Brússel

Bláur tilfeingisbúskapur og norðurlendskt fiskivinnusamstarv á breddan í Brússel týsdagin.

Týsdagin 24. mars setur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, áhugavert seminar um bláan tilfeingisbúskap í Brússel.

 

Tiltakið er partur av ársætlanini hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015, har Føroyar hava formansskapin.

 

Á seminarinum verða møguleikar fyri samstarvi millum norðurlond og ES, um bláan tilfeingisbúskap, umrøddir.

 

- Fleiri norðurlendskir serfrøðingar leggja fram um hvørjar styrkir norðurlond hava í menning av fiskivinnu og alivinnu.

 

Fiskimálaráðið sigur, at tiltakið er ætlað limum í ES-parlamentinum og øðrum áhugaðum í bláa tilfeingisbúskapinum.

 

Tað er føroyska sendistovan í Brússel, sum saman við formannskapinum skipar fyri tiltakinum.