Vit eru uppi á stóra posthúsinum á Óðinshædd, og tað er byrjað at lýsa hendan góða heystdagin. Bjarki Poulsen og hini eru liðug at skilja post, og nú er kurérin við at lasta bláa Citroen bilin, har tað stendur Posta Heima á síðuni.
– Hvar er onkur av búrmonnunum. Eg havi eitt annbefalað bræv, sum skal skrivast inn.
Alt má koma í rættlag, áðrenn vit fara út í bilinum.
Vit seta okkum inn í lítla bilin við pakkum aftanfyri. Bjarki bindur seg ikki í seðla. Postmenn eru nevniliga undantiknir í ferðslulógini, tá teir fara út við pakkum og brøvum.
So fara vit, og Bjarki byrjar at greiða frá.
– Tað er blivið nokk so nógv umskipað, so nú eri eg kurér og koyri mest við anbefalaðum brøvum, pakkum og so eru tað summi, sum framvegis vilja hava postin um morgunin, greiðir hann frá um fyrru vaktina hjá kurérunum, sum skifta ímillum morgunvakt og kvøldvakt aðruhvørja viku.
Legðist uppi
Seinastu seks árini hevur Bjarki starvast hjá Postverkinum, og nú vit eru komnir út í Vesturbýin, har kurérurin hevur sína rutu, greiðir hann frá, hvussu tað ber til.
– Eg sigldi sum navigatørur, men so byrjaði tað at ganga eitt sindur verri í parlagnum og fór tí í land. Heilt tilvildarligt endaði tað við, at eg bleiv postboð.
– Stutt eftir bleiv eg so einsamallur pápi, og tá var tað gott at vera postboð, tí so hevði eg tíð til børnini eisini, greiðir Bjarki Poulsen frá.
Hann eigur trý børn. Tveir synir og eina dóttir, sum eru 11, 7 og 5 ára gomul.
– Hóast eg kom upp á land og bleiv postmaður, so hevði tað ikki borið til at verið um børnini, um omman og familjan annars hjálpti væl til, sigur pápin, og staðfestir, at hann ikki angrar, at hann legðist upp á land, hóast hann upprunaliga roknaði við, at lív hansara fór at vera á sjónum.
Jólamánaður
Vit eru steðgaðir. Standa uttanfyri goymsluna hjá Landssjúkrahúsinum, sum skal hava nógvar pakkar. Bjarki fer nærum húsvandur inn eftir einum vogni, sum hann byrjar at leggja pakkar uppá.
Tá hetta er liðugt fara vit inn á goymsluna, har meginparturin av pakkunum til Føroya størsta arbeiðspláss koma.
Har stendur ein maður. Hvítur frá topp til tá. Hann hyggur, hvat hospitalið hevur fingið.
– Ná. Onkur er svangur, flennir hvíti maðurin, nú hann leggur til merkis, at ein karamellueskja er millum pakkarnar.
Men tað er eisini ringt at koma uttanum, at vit eru komin inn í jólamánaðin, og tað tyngir byrðuna hjá starvsfólkunum á Posta.
– Tað byrjar spakuliga at merkjast á mongdini á pakkum, at jólini koma skjótt, men tað verður ikki fyrr enn um hálvan, at tað veruliga fer at merkjast.
– Føroyingar uttanlands eru ikki nógv øðrvísi enn føroyingar í Føroyum. Vit bíða altíð til seinastu løtu við jólagávunum, flennir Bjarki.
Alt á køksborðinum
Nú eru vit komnir ordiliga út á Argir. Innskrivaða brævið, sum manglaði eina undirskrift í morgun, skal latast í eini hús. Men tað er myrkt inni.
– Hon plagar at vera heima, men tað er ikki meira enn tað loysir seg at fara inn, sigur kurérurin, sum rættiliga skjótt lærdi at finna ymisku krókarnar í býnum.
Ongin var inn í húsunum, so brævið kemur aftur í bilin.
– So verður tað kollegin seinnapartin, sum kemur aftur her við brævinum, heldur Bjarki fyri.
– Tað er ikki so vanligt longur, men tað kemur enn fyri, at vit verða bodnir inn til ein kaffimunn. Men tíðin er nokk farin frá tíð.
Nú vit eru á køksborðinum, má eg sjálvandi spyrja um tænastuna Postaheima, sum einaferð varð kallað fantastisk, tí so kann mann orðna alt á køksborðinum, tí kurérurin kemur inn til fólk, sum hava ørindi við Posta.
– Ja. Tað riggar øgiliga væl. Serliga eldri fólk fáa gleði av tí, tí tað kann ofta blíva langt á posthúsið. Eg tosaði við ein eldri mann í býnum í seinastu viku, sum helt tað blíva dýrar rokningar, um hann skuldi hava hýruvogn, hvørja ferð ein rokning skuldi rindast, sigur Bjarki Poulsen, og staðfestir, at Postaheima vindur meira og meira upp á seg.
Fyrraparturin er farin at halla, og tað er blivið ordiliga ljóst úti. Bjarki setir meg av á Óðinshædd og eg seti meg inn í bilin hjá Sosialinum, og bindi meg væl og virðiliga í trygdarbeltið, meðan kurérurin – sum slepti navigatørlívinum fyri børnini – fer víðari við pakkum og posti.
Fakta Bjarki Poulsen
Arbeiðspláss: Posta á Óðinshædd
Starv: Kurér
Besta við starvinum: At sleppa út og at tað er fjølbroytt
Ringasta við starvinum: At koma seint heim klokkan 21 aðruhvørja vik,u, tá mann hevur smá børn
Størsti dreymur við starvi: At arbeiðistíðirnar verða eitt vet betri
Størsta frambrot: At kurértænastan er komin
Starvstíð: Seks og eitt hálvt ár
Lívsstarv: Tað kemur at vísa seg, men ofta vera fólk verandi hjá Posta
Starvsfólk: Umleið 240
Sett á stovn: 1870, men bleiv føroyskt í 1976
Staður: Óðinshædd 2 í Tórshavn
Stjóri: Sofus Clementsen