Blind Boys of Alabama farnir á pall

Nakað forsinkaðir fóru blindu dreingirnir úr Alabama á pallin á gøtusandi.

 

Sostatt er tað síðsta høvuðsnavnið á ársins G! festivali farið á pall.

 

Veðrið hevur verið gott allan dagin við lítið og ongum regni. Men hóast tað mátti konsertin forsinkast nakað, tí økið framman fyri pallin var undir í vatni. Men tað er fingist bilbugt við tí.

 

- Eg vóni, at tykkum dámar gospel, tí tað er tað, sum vit syngja. Um ikki so eru tit komin á skeiva stað, segði ein av blindu forsangarunum skemtiliga áðrenn teirra fyrsta sang.

 

Nakrar myndir kunnu her síggjast av, tá Blind Boys of Alabama trinu á pall.