Fyrstu ferð føroyingar fingu kunnleika um kristna blindaheimið “House of Hope” í Betlehem, var á várið 1973, tá ið fyrsta føroyska ferðalagið nakrantíð vitjaði Ísrael.
Á hesi ferðini vóru føroyingarnir ein sunnudag staddir í Jerusalem. Samband varð fingið við ein lítla samkomu, har fólk plagdu at koma sunnumorgnar at minnast Jesus Kristus. Av tí at føroyingarnir vóru so mikið nógvir, fleiri enn 40 í tali, varð hildið best at tey fáa fáu fólkini í nevndu samkomu í Jerusalem at kom á hotellið, har føroyingarnir búðu, soleiðis at møtið hendan sunnumorgunin kundi verða har, tí at har vóru størri høli.
Ein av persónunum, ið vóru komnir saman hendan sunnumorgunin, var hin 67 ára gamla blinda May Ladah, úr Betlehem. Hon hevði 6 ár frammanundan byrjað eitt heim fyri blindar dreingir.
Sjálv var henda arabiska kvinnan blind frá barnsbeini, men fekk møguleikan at koma í ein skúla fyri blind, ið varð rikin av kristnum fólkum úr Onglandi. Har kom hon at kenna Jesus sum frelsara sín, og kom hetta at eyðkenna hennara lív og virki til hennara doyggjandi dag.
Í 1963 byrjaði hon heimið fyri blindar dreingir, og síðani 1973 gjørdust føroyingar ein partur av hesum verki, við tað at vit komu at hava samband við blindaheimið síðani tá, og hava roynt at stuðla tey í hesum arbeiði.
Seinni keypti hon ein bygning og nakað eftir hetta eini grannahús, soleiðis at verkið kundi vaksa og betri umstøður verða fyri at taka blindar dreingir inn – eisini at búgva á staðnum, so at dagliga komu umleið 50 dreingir at búleikast har.
Umframt at taka blindar dreingir vóru seinni eisini menningartarnað børn tikin inn á hetta heimið. Ikki øll kundu verða og búgva har, men mong vórðu heintað úr ymsum býlingum og flóttalegum har í nánd, flestu úr muslimskum heimum.
Øll foreldur, sum lótu børn síni til blindaheimið “House of Hope” vistu, at á heiminum vórðu børnini lærd søguna um Jesus Kristus. Og soleiðis hevur hetta arbeiðið hildið fram.
Fyri umleið 20 árum síðani andaðist stovnarin av blindaheiminum, May Ladah, sum var í Føroyum og vitjaði í 1983, saman við Michael David, ið gjørdist leiðari á blindaheiminum eftir hana.
Hesin Michael var ikki nakar tilvildarligur persónur. Hann var í veruleikanum vaksin upp á blindaheiminum saman við systkjum og mammu síni, sum longu í byrjanini í 1963 gjørdist høvuðskokkur á heiminum. Hesin Michael las búskaparfrøði í Amerika og kom so heimaftur at leiða blindaheimið saman við stovnandi kvinnuni May Ladah. Og tá ið hon var farin, gjørdist hann leiðari.
Men hann andaði seinast í 1990-unum í bestu árum. Síðani hevur kona hansara, Roda, verið leiðari á blindaheiminum. Og hevur hon røkt hetta arbeiði við ágrýtni og kønari hond. Føroyingar hava hjálpt til har á heiminum í farnum árum, t.d. Tordur Niclasen, á Eiði, Anna Maria Erlingsdóttir úr Fuglafirði og onnur við. Ein vitjan á blindaheiminum í Betlehem er altíð á skránni tá ið Svenning av Lofti er í Ísrael við ferðaliðum sínum.
Um páskirnar vitjar Roda David Føroyar. Hetta er fyrstu ferð hon er á vitjan her í oyggjunum, og fer hon at luttaka ymsastaðni, t.d. á samfelagsmøtunum í Eysturoynni og Suðuroy nú um páskirnar.
Skráin fyri vitjanini hjá Rodu David er henda: Týskvøldið 18. mars kl. 21 er hon í sendingini “á torginum” á Rás 2, hóskvøldið 20. mars kl. 18 er hon á møti í Siloa í Fuglafirði, Langa fríggjadag 21. mars kl. 18 í Ebenezer í Tórshavn, leygardagin 22. mars kl. 13 verður almenn frágreiðing á Hotel Hafnia, leygarkvøldið 22. mars kl. 20 í skúlanum í Porkeri, 2. páskadag kl. 18 í Betesda í Klaksvík, týskvøldið 25. mars kl. 20 í Saron á Viðareiði og mikukvøldið 26. mars kl. 19.30 í Elim í Søldarfirði.