Bløðini aftur seinkað úr Keypmannahavn

Heldur ikki hesaferð var pláss fyri Dimmalætting og Sosialinum í einasta flogfarinum, sum flýgur úr Keypmannahavn, og tí lógu bløðini eisini eftir í Keypmannahavn í gjár. Vónandi koma bløðini heim í kvøld

Fyri aðru ferð upp á tvær vikur komu Dimmalætting og Sosialurin í ta støðu, at tað ikki var pláss í flogfarinum fyri bløðunum, sum verða prentað í Keypmannahavn og flogin heim.

Tað harmast vit á bløðunum sjálvandi um, tí tað merkir, at bløðini í fyrsta lagi kunnu koma upp til Føroya við einasta flogfarinum, sum flýgur í dag, og tað lendir ikki fyrr enn klokkan 19:10 í kvøld.

Hetta hevur við sær, at Posta ikki fær bløðini út til haldarar fyrr enn mánamorgunin. Haldarar, sum hava postboks í Havn, fáa tó bløðini í boksina í kvøld, siga tey á Posta.

Hetta merkir eisini, at bløðini ikki vera í sølubúðunum í dag, ella í gjárkvøldið, sum annars er vanligt. Tey vera tó at fáa til keyps í sølubúðunum frá klokkan sjey og úteftir í morgin, leygardagin. Byrjað verður at koyra út í morgin árini og tær seinastu sølubúðirnar hava bløðini klokkan 15 í morgin. 

Haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo. 

Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið. 

Haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.

Stóru trupulleikin er, at tað er bara eitt flogfar, sum flýgur millum Føroyar og Keypmannahavn um dagin. Hetta hevur við sær, at plássið fyri farmi og posti er avmarkað, serliga, tá flogførini eru fullsett við ferðafólki.

Í løtuni er ikki greitt, nær Atlantic Airways ætlar at seta fleiri flogfør inn, men tað verður arbeitt við tí, av tí ferðafólkatalið er við at økjast.

SAS flýgur eisini til Føroya, men ikki beint nú. Felagið gavst við flúgvingini um nýggjársleitið, tí eftirspurningurin var so lítil eftir ferðaseðlum. Føroyingar vilja ikki flúgva við SAS, sum tí mest flýgur við útlendskum ferðafólkum. Og tá eingi ferðafólk eru, og at kalla bara føroyingar flúgva, so eru bara ferðafólk til føroyska flogfelagið.

Vit harmast um, at tað gongur út yvir tænastuna hjá Dimmalætting og Sosialinum og vóna, at haldarar okkara umbera okkum!

 

Vinaliga

 

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Sosialurin

 

Sveinur Tróndarson

blaðstjóri

Dimmalætting