Eingin hevur megnað at lyft arvin eftir Prixið! Linda Andrews, Jógvan Hansen, Guðrun Sólja Jacobsen, Ragnar o.s.fr ...
Vit mugu staðfesta, at føroyingar klára seg ómetaliga væl í útlendskum kappingum. Ófatiliga flott, at føroyingar standa seg so væl í kappingum, har fleiri túsund hava verið til audition.
Men altso hvar er føroyska boðið á tónleikaøkinum?
Vit minnast Prix Føroyar ? hvussu fantastiskt tað var. Útlendskir tónleikaframleiðarar og umboðsmenn komu til Føroya, og føroysku tónleikararnir fingu stórar møguleikar uttanlands. Sum føroyingar fóru tey út í heim, og royndu seg ímillum tey størstu í Norðurlondum ? og tey stóðu seg væl.
Prixið var veruliga lopfjølin hjá føroyskum tónleikarum, og megnaði ferð eftir ferð at stuðla uppundir tónleikamentanina í Føroyum ? og ikki minst, at samansjóða føroysku tjóðina. Nærum hvør forsíðusøga var um Prixið, sjónvarpið fylgdi tí stig fyri stig og tónleikararnir gjørdist superstjørnur í Føroyum. Føroyingar tosaðu ikki um annað.
Nú? Vit hava enn møguleikar í Føroyum á tónleikaøkinum. Margarinfabrikkin, Jazzfelagið, Musikkskúlin, Ársins Songrødd og tann ørgrynnan av tónleikastøðum og festivalum kring landið. Hetta og nógv annað er við til at menna um viðurskiftini hjá tónleikarum í Føroyum.
Men sum maðurin segði. Prikkurin yvir i?i manglar.
Eg hevði veruliga ynskt, at Prix Føroyar bleiv endurskapt, og setti føroyska dagsskránna enn einaferð. Eitt er vist, einki hevur megnað at lyft arvin eftir Prixið síðan tað bleiv tikið av dagsskrá