BMW 6 kemur aftur

Í 1989 steðgaði framleiðslan av 6-røðini hjá BMW, sum var ein coupé útgáva av 7-røðini. Seinni í ár kemur ein nýggjur BMW-6 á marknaðin. Bilurin er ein 2+2 luksuscoupé í umleið somu stødd sum nýggja 5-røðin

Í hølunum á nýggja BMW-5, sum júst nú er komin á marknaðin, kemur ein BMW-6, sum er ein luksuscoupé, ið skal kappast við bil bilar sum Mercedes CLK og Maserati GT. Tað at bilurin er ein 2+2 vil siga, at pláss er til tvey vaksin og tvey børn. Meira er gjørt burtur úr designinum á bilinum enn tað at hava gott pláss til tey ferðandi á baksetrinum, men sagt verður frá BMW, at tað hóast alt verður rímiliga gott pláss aftan. Annars líkist bilurin tí nýggju 5-røðini innan. BMW-6 verður ein elegantur coupé við koyrieginleikum í toppklassa og allari tí nýggjastu elektronisku útgerðini hjá BMW. Í fyrstu atløgu kemur hann sum 645i við 4,4 litur V8 motori við 333 hk, sum koyrir frá 0-100 upp á 5,6 sek. Seinni koma teir við 3,5 litur V8 motori við 272 hk og 3,0 litur 6 syl. við 231 hk. Ein M6 við V10 motori og 500 hk kemur eisini á marknaðin.