Boð eru eftir Pól Jóhannusi

NSÍ miðvallarin avloysir Róald Jacobsen, sum ikki fer við til Lettlands

NSÍ miðvallarin Pól Jóhannus Justinussen verður kortini í ferðalagnum, tá ið fótbóltslandsliðið eftir vikuskiftið fer úr Føroyum og til Lettlands, har HM undankappingardystur verður fríggjakvøldið sjeynda oktober klokkan 19.45.

Tað er greitt, nú landsliðsvenjarin Lars Olsen hevur sent boð eftir Pól Jóhannusi, eftir at B36 miðvallarin Róaldur Jacobsen hevur givið avboð.

Tá ið liðið varð úttikið mánamorgunin harmaðist Lars Olsen um, at tað ikki hesaferð var pláss fyri Pól Jóhannusi Justinussen, sum hevur verið ein av trúgvastu og drúgvastu spælarunum, síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari í november 2011.

27 ára gamli NSÍ miðvallarinn hevur 23 ferðir verið á landsliðnum. Síðsta ferðin var í 3-2 sigrinum í vinardystinum ímóti Liktinstein 28. mars, tá ið hann tríggjar minuttir undan leikloki avloysti Brand Hendriksson Olsen.

Tá ið úrslitið sætta september var málleysur javnleikur á heimavølli ímóti Ungarn, var Pól Jóhannus alla tíðina á beinkinum.