Bo Isholm leiðari á Tórshavnar Musikkskúla

Herfyri setti Tórshavnar Býráð 53 ára gamla Bo Isholm í starv sum leiðara fyri Tórshavnar Musikkskúla. Bo er føddur í Keypmannahavn tann 10. august í 1950. Hann hevur hollar royndir sum musikkskúlaleiðari, tí í 12 ár, frá 1984-96, var hann leiðari á musikkskúlanum í Tårnby

 
Í 1996 kom hann til Føroyar, og hevur verið í starvi sum guitar-lærari, fyri tað mesta við Tórshavnar Musikkskúla, men eisini við musikkskúlan í Suðuroy. Seinasta skúlaár hevur hann virkað sum fyribilsleiðari á Tórshavnar Musikkskúla.  
Bo er uppvaksin í Keypmannahavn og búði har til 1996. Hann er hálvur føroyingur, sonur Solveig Isholm, fødd í Havn og Henry Svendsen úr Keypmannahavn. Solveig er dóttir Christian Holm Isaksen, ella Kristin í Geil, sum hann varð róptur, ið eitt skifti var blaðstjóri á Tingakrossi.
Bo eigur sonin, Andreas. Hann býr saman við Honnu Áarstein (Piddan), sum eigur børnini, Gvøðny, Bárður og Eyðfinn.
Bo hevur útbúgving frá Fynske Musikkkonservatorium, Kgl. Danske Musikkonservatorium og frá Early Music Center í London. Hann stóð tónleikanámsfrøðiliga roynd í 1976 og diplomroynd í 1978.
Í eini 10 ár starvaðist hann sum free-lanse tónleikari og lærari, og hevði konsertir í Danmark, Svøríki, Týsklandi, Luksemborg og Fraklandi.