Bob Dylan tekstur fyri tvær milliónir

422.500 dollarar ella 2,38 milliónir krónur. So nógv kostaði tað einum keypara at fáa fatur á tveimum hondskrivaðum síðum, Bob Dylan hevur skrivað. Síðurnar fevna um fýra ørindi, sum eru kladdurnar til heimskenda lagið »The Times They Are A-Changin?« frá 1964. Jyllands-Posten skrivar, at frammanundan varð roknað við at fáa millum 200.000 og 300.000 dollarar fyri kladduna, men Adam Sender, sum keyparin eitur, noyddist altso av við 422.500 dollarar á uppboðssøluni.