Tað var klokkan 20:15 í gjárkvøldið, at fólk í Skálavík boðaðu frá, at tey sóu eina dronu flúgva yvir Skálavík.
Løgreglan fór á staðið, men sá onga dronu. Tað vísti seg tó, talan allarhelst hevur verið um tyrluna hjá Sjóverjuni, sum hevði verið við í eini venjing hjá eini enskari fregatt, og í tí sambandinum hevur flogið uppi yvir Skálavík.
Meira var tí ikki gjørt við tað málið.