Í vár var Terji Rasmussen, saman við konuni og dóttrini, í Svøríki eftir einum auto-campara, sum hann hevur keypt.
Gamli dreymurin skal nú livast, hann skal ein langan biltúr gjøgnum Evropa.
– Vit fara avstað við Norrønu 31. oktober, og so gongur leiðin suðureftir, sigur Terji Rasmussen.
Saman við honum fer fyrrverandi kokkurin í Maggies, vertshúsinum hjá Terja í Nólsoy, Rói Arge. Teir hava ikki nógvar planir, men fara bara avstað.
– Tað vil siga, at vit skulu til eina Bob Dylan konsert í Amsterdam 5. februar, og so skal eg vitja dóttur mína, sum starvast hjá ES í Brússel. Tað er tað einasta, sum er planlagt við ferðini, sigur Terji Rasmussen.
##med2##
Málið er tó at vera í Suðurspania á jólum, og tá koma konan og dóttirin at vitja hann og halda jól saman við honum í eini tvær til tríggjar vikur.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo við at logga á við halaranummarinum.
##med3##
##med4##