Hóast Adrian R. Justinussen hevur skrivað sáttmála við AC Horsens frá 1. januar í 2026, so valdi venjarin hjá Hillerød kortini at byrja við Adriani í útidystinum móti botnliðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Middelfart. Og tað angraði venjarin ikki. Poul Kallsberg var eisini við frá dystarbyrjan, og fekk 67 minuttir á vøllinum.
Heimaliðið legði seg á odda í 17. minutti, men 18 minuttir seinni javnaði Mikkel Mouritz við einum brotssparki. Tá klokkan vísti 65 minuttir legði sami Mikkel Mouritz bóltin væl inn fyri til Adrian, ið hegnisliga stútaði bóltin í netið til 2-1 til Hillerød, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Klassi av Adriani, ið vísti, at hann ætlar at gera sítt besta fyri Hillerød fram til nýggjárs.
Adrian fekk toppkarakter frá Soccerstand. Hann fekk 8,1 (av 10 møguligum), og var besti maðurin á vøllinum. Poul fekk eisini góðan karakter frá Soccerstand, 7,1.
Adrian hevur skotið átta mál í 12 dystum fyri Hillerød hetta kappingarárið. Og tað er eingin ivi um, at brúk verður fyri honum til seks teir seinastu dystirnar hjá Hillerød undan vetrarsteðginum.
Hillerød er fremst í deildini við 23 stigum fyri 12 dystir.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum Middelfart-Hillerød 1-2 (1-1).