Hósdagin varð eitt leitingarátak sett í verk í Norðurgrønlandi.
Talan var um tveir persónar, sum vóru farnir í eina jollu, men sum ikki vóru kominir aftur til grønlendsku bygdina, Savissivik, sum ætlað.
Boðini um, at jollan ikki var komin afturíaftur, komu klokkan 16 hósdagin.
Arktisk Kommando sigur við Sermitsiaq, at løgreglan beinanvegin setti átak í verk, har nøkur lokal fóru út at leita í bátum.
Seint seinnapartin henda dagin varð ein tóm jolla funnin - og stutt eftir eisini eitt lík, sum fleyt á sjónum, nærindis jolluni.
##med2##
Grønlands Politi og Arktisk Kommando sendu tískil eina tyrlu út at leita saman við lokalum, men tað eydnaðist tíverri ikki at finna saknaða persónin.
Seinni er fráboðan komin frá myndugleikunum um, at leitingin eftir tí saknaða er steðgað, og myndugleikarnir rokna ikki við, at viðkomandi er á lívi.
- Tey avvarðandi hava fingið boðini um vanlukkuna, veit Sermitsiaq at siga frá Grønlands Politi.