Hjá Teis Horn Rasmussen og liðfeløgunum í Ribe-Esbjerg er málsetningurin at røkka einari topp-8 endastøðu í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Eydnast tað sleppur Ribe-Esbjerg at kappast í meistaraskaps-endaspælinum.
Tí var tað sera týdningarmikið, at Teis og liðfelagarnir á útivølli vunnu 32-27 á Nordsjællandi. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-13, men liðið úr Vesturjútlandi var greitt omaná í seinna hálvleiki.
Teis tók sum altíð nógv tøk í verjuspælinum, og hann tók av tað hann fekk ein málmøguleika í dystinum, og setti hann í netið.
Ribe-Esbjerg er nú á gylta áttanda plássinum við fimm stigum fyri seks dystir.
Sunnudagin 12. oktober klokkan 17 verður føroyingauppgerð. Tá taka Teis og liðfelagarnir í Blue Water Dokken høllini móti Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Júst GOG spælir dyst í donsku steypakappingini í morgin klokkan 14, tá Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ taka ímóti GOG á heimavølli.
Í næstbestu deildini eigur Kjartan Johansen argingarrættin móti Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún.
Tað eydnaðist Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Vendsyssel á heimavølli at vinna 31-27 (16-15) á Pæturi Mikkjalssyni, Paula Mittún, og liðfeløgum teirra í Team Sydhavsøerne.
Suðuroyggjamenn høvdu annars undan dystinum vunnið fýra dystir á rað.
Kjartan var saman við Daniel Holmen toppskjútti hjá Vendsyssel. Teir skutu seks mál hvør. Pauli skoraði tvey mál, og Pætur skoraði eitt mál.
Team Sydhavsøerne er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri seks dystir. Vendsyssel er nummar sjey við seks stigum fyri seks dystir.
Komandi hóskvøld klokkan 19 verður føroyingauppgerð. Tá tekur Team Sydhavsøerne móti liðnum hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn.
Komandi leygardag klokkan 14 hevur Vendsyssel dyst á heimavølli móti Taastrup.