Netanyahu sendir strategiráðharra til Egyptalands

Í fráboðan síni í kvøld segði Benjamin Netanyahu, at hann hevur givið einum samráðingartoymi boð undir leiðslu av ísraelska strategiska ráðharranum, Ron Dermer.

Sambært Netanyahu fer toymið til Egyptalands at samráðast um "tøkniligu smálutirnar" um leyslating av gíslum. Tað veit CNN at siga frá.

At sleppa gíslum leysar er fyrsta stigið í friðarætlanini, sigur Netanyahu. Sambært forsætisráðharranum snýr fyrsta stigið seg eisini um eina "umlegging" av ísraelskum herdeildum.

- Okkara mál er at avmarka samráðingarnar til bert nakrar fáar dagar, sigur Netanyahu og vísir til útsagnirnar hjá Trump frá fyrr um kvøldið.

Her gjørdi amerikanski forsetin greitt, at hann ikki fer at "tola seinkingar".

Egyptaland er eitt av londunum, sum hevur verið hoyrt í fyrireikingini av 20-punkts friðarætlanini hjá Donald Trump, sum Ísrael hevur góðtikið og sum Hamas partvíst hevur góðtikið.